140x140

Fartelefonir, iPod og MP3 spælarar

Fartelefonir, iPod og MP3 spælarar kunnu innihalda nógv ymisk kemisk evni. Tey vandamestu evnini eru bannaði í ES og aðrastaðni, men vørurnar kunnu hóast hetta innihalda hesi evni.

  

Millum annað kunnu vit finna metallið arsen í LED lampum, ið eru í lutunum, og klorparafin og ftalat í plasti og gummi, t.d. í leidningum og káplum. Eisini kunnu ávísir bromeraðir flammutálmarar vera í plastinum. Serliga dálkandi evnið bisfenol A kann vera í fleiri tilfarsliðum í hesum vørunum, m.a. í PVC, epoxylími og hørðum plasti.


Við vanligari nýtslu geva vørurnar ikki nevndu evni frá sær. Hinvegin kunnu evnini enda í umhvørvinum undir framleiðslu, ella um vørurnar ikki verða rætt burturbeindar.


Nikkul í fartelefonum 

At amboð og prýðislutir viðhvørt kunnu hava nikkul í sær, munnu fólk flest vita. Færri munnu helst geva sær far um, at nikkul eisini finst í fartelefonum. Í nøkrum fartelefonum eru knøttarnir ella aðrir tilfarsliðir úr nikli. Í fleiri londum er nú bann fyri at selja telefonir við nikli, men gamlar fartelefonir kunnu innihalda nikkul.

Í Danmark og aðrastaðni hava fleiri tilburðir av ovurviðkvæmi verið staðfestir, sum standast av nikkul í fartelefonum. Hóast tú ikki ert nikkulovurviðkvæmur sum er, eigur tú at bera teg undan sambandi við nikkul, fyri at sleppa undan nikkulovurviðkvæmi seinni. Les her, hvussu tú finnur út av, um nikkul er í eini vøru.


  

Dømi um dálkandi evni í fartelefonum o.l.

 

Góð ráð næstu ferð tú keypir eina fartelefon

  • Spyr eftir fartelefonum, sum liva upp til umhvørvisstandardin TCO-01 ella Der Blaue Engel. Í januar 2011 vóru tíanverri ongar fartelefonir umhvørvismerktar. Men øktur eftirspurningur fær framleiðarar at hugsa um umhvørvið!
  • Spyr eftir fartelefonum, har eykaútgerðin eisini kann nýtast til nýggj modell. Soleiðis minkar tú um tilfeingisnýtslu og um nøgd av burturkasti.  
  • Spyr eftir umhvørvisupplýsingum (orkunýsla, innihald av dálkandi kemiskum evnum, umhvørvisatlit í framleiðsluni o.a.).
  • Vel tær eina fartelefon, sum er løtt at skilja sundur. Tá ber betri til at endurnýta tilfarið í henni.

 

Burturbeining

Fartelefonir, MP3-spælarar, iPod’ar og líknandi vørur skulu burturbeinast sum elektroniskt burturkast. Í ávísum førum ber eisini til at lata hesar vørur inn aftur, har tær vórðu keyptar. Tú kanst spyrja teg fyri. Les meira um burturbeining av burturkasti her.
  

 

Les hvat onnur skriva

  

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Fartelefon, iPod og MP3